Rasmus Jacobsen av Strondum var fyrsti niðursetumaður í Kolbeinagjógv, har hann setti búgv í 1933. Nýggi minnisvarðin í Kolbeinagjógv er eisini reistur til minnis um Rasmus, og einasti vegur í bygdini eitur Rasmusargøta eftir honum.
Sjóvar kommuna staðfestir á heimasíðu sínari, at Kolbeinagjógv er millum tær yngru niðursetubygdirnar í Føroyum, og at minnisvarðin heiðrar upprunan til bygdina.
- Rasmus var tvær ferðir giftur. Konurnar vóru systrar av Oyri. Rasmus var fyri tí óvanligu lagnu, at báðar konurnar doyðu frá nýføddu børnunum. Í fyrru giftu fekk Rasmus sonin Elsebert og í seinnu giftu dóttrina Samulinu. Seinnu ferðina vóru tað tvíburðar, men drongurin doyði.
Greitt verður víðari frá, at tá Rasmus var fluttur til Kolbeinagjógv, tók pápi hansara, Hanus, síni hús á Strondum niður og flutti tey norður í Kolbeinagjógv. Hanus og Elin fluttu í 1934.At Hanus og Elin fluttu til Kolbeinagjógv kom at verða ein ómetalig hjálp fyri Rasmus og børnini.
6. mars í ár skrivaði sjovar.fo á heimasíðuni:
"Í seinastu viku var borgarstjórin á ástaðarfundi í Kolbeinagjógv. Ástaðarfundurin snúði seg fyrst og fremst um ætlanina at flyta minnissteinarnar í Kolbeinagjógv, men eisini varð tosa um onnur viðurskifti, so sum ynskið at fáa ein lítlan miðstað mitt í bygdini, á sama øki har minnissteinarnir skulu standa."
Nú er økið mest sum liðugt. Jeffrei Berg hevur høgt og málað bókstavirnar av nýggjum, og Hallur Fláaberg hevur gjørt tveir benkur og annars fríðka um økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald