Lis Samuelsen er sett í tíðaravmarkað starv sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Suðurstreymoyar vestara prestagjald fevnir um Vesturkirkjuna, Argja kirkju, Kirkjubøar kirkju og kirkjuna í Hesti.
Herfyri varð søkt eftir einum virkandi sóknarpresti fyri tíðarskeiðið 1. januar – 31. mars 2027, tá ið sóknarpresturin Bergur D. Joensen verður upptikin av nýggju bíbliutýðingini, og tvær umsóknir vóru til starvið, skrivar Fólkakirkjan.
Á felags kirkjuráðsfundi 16. november innstillaðu kirkjuráðini í nevnda prestagjaldi Lis Samuelsen í tíðaravmarkaða kallið.
Lis hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark. Eisini hevur hon verið herprestur hjá donsku verjuni, har hon m.a. hevur tænt í Estlandi í tríggjar mánaðir.
Seinastu tíðina hevur hon røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta við støði í Vestmanna síðani 1. september 2025.
Lis byrjar í embætinum 1. januar 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald