Innanlands

Góðar 14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Talan er um ein vøkstur á 753 milliónir í mun til undanfarna ár, skrivar Hagstovan.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-18 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

14,3 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar. Tað er 753 milliónir - ella 5,6 prosent - fleiri enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Størsti vøkstur í krónum eiga tey, sum arbeiða innan landbúnað, skógrøkt og fiskiveiðu.

Sambært Hagstovuni er vøksturin serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar eru 160 milliónir krónur - ella 32 prosent - størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.

Hinvegin gongur uppisjóvarveiðan og alingin aftur við ávikavist 58 og 21 milliónum krónum.

Menn eiga størra partin
Av vøkstrinum á 753 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, eiga menn størra partin við 62 prosentum.

Bæði menn og kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, hava ein vøkstur á 6,8 prosent, men í krónum er vøksturin næstan fýra ferðir størri hjá monnum samanborið við vøksturin hjá kvinnum.

Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, hava í krónum størsta vøksturin við 125 milliónum - 3,5 prosentum. Vøksturin hjá monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er 88 milliónir krónur, sum er 4,3 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder