Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um innbrot og eina fráboðan um innbrotsroynd.
Fyrrapartin í gjár, stutt fyri klokkan níggju, varð boðað frá innbroti í Dansifrøi, har einar fimm fløskur av rúsdrekka vóru stolnar.
Innbrotið er hent einaferð millum mánakvøldið klokkan 18 og midnátt.
Om somu tíð varð boðað frá herverk á OY, har ein rútur í hurðini hevði fingið skaða.
Løgreglan metir, at talan var um eina innbrotsroynd. Hetta er hent millum mánakvøldið klokkan 18 og týsmorgunin klokkan átta.
Í gjár varð eisini boðað frá innbroti í einum neysti í Miðvági. Hongslini á hurðini høvdu fingið skaða, men fyribils sær ikki út til, at nakað er stolið.
Hetta innbrotið er hent millum fríggjadagin og týsdagin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at um onkur hevur sæð nakað í sambandi við innbrotini, vil løgreglan fegin hoyra frá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald