2026-11-18 08:51
Fyrrapartin í gjár varð boðað frá einum arbeiðsóhappi í Fuglafirði.
Ein trukkur á havnalagnum koppaði og endaði á sjónum.
Viðkomandi, sum sat í trukkinum, kláraði at sleppa úr, áðrenn hann koppaði og datt oman, so har var eingin fólkaskaði, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at tað var eitt sindur av arbeiði við at fáa trukkin uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald