Innanlands

Jólatræið á Eiði tendrað 29. november

Judith í Skorini sigur frá søgu, og Eiðis Ljómfelag spælir.

2026-11-20 18:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólatræið á Eiði verður tendrað á Vaglinum 29. november klokkan 17:00.

Judith í Skorini sigur frá søgu. Eiðis Ljómfelag spælir.

Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttanfyri Látri.

Eiðis kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder