Innanlands

Ókeypis atgongd til vælgerðarkonsert í Finsen fríggjakvøldið

Mission10forty boðar frá, at tey helst vilja fylla salin og geva so nógvum føroyingum sum gjørligt høvi at uppliva altjóða viðurkenda armenska klaverleikaran Mariannu Shirinyan og føroyska kvinnukórið Silvitni.

Marianna Shirinyan, klaverleikari (Mynd: ©Nikolaj Lund)

Marianna Shirinyan, klaverleikari (Mynd: ©Nikolaj Lund)

2026-11-18 17:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrireikararnir av vælgerðarkonsertini við armensku Mariannu Shirinyan og kórinum Silvitni í Finsen fríggjakvøldið, hava nú tikið avgerð um at tað verður ókeypis atgongd til konsertina.

Les eisini: Vælgerðarkonsert við Mariannu Shirinyan og Silvitni

Mission10forty boðar frá, at tey helst vilja fylla salin og geva so nógvum føroyingum sum gjørligt høvi at uppliva altjóða viðurkenda armenska klaverleikaran Mariannu Shirinyan og føroyska kvinnukórið Silvitni – og samstundis fáa innlit í okkara hjálpararbeiði fyri krígsrakt børn.

Men ístaðin fyri at selja atgongumerki fer felagsskapurin at taka ímóti sjálvbodnum stuðli til RESET-verkætlanina á sjálvari konsertini. Tey, sum longu hava keypt atgongumerki, kunnu tí sjálvandi fáa peningin aftur, um tey ynskja tað. Hetta kann gerast við at senda teldupost til [email protected]

Sjúrður Skaale við á hjálparferð

Føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale hevur verið við hesum felagsskapinum á hjálparferðum, bæði í Armenia í september 2024 og í norðrara Irak í juni í ár.

Har hevur hann við egnum eygum sæð støðuna hjá teimum kristnu armenarunum, sum vórðu riknir úr Nagorno-Karabakh, og hjá teimum kristnu og yazidunum, sum framvegis liva við avleiðingunum av yvirganginum hjá Islamiskum Stati, IS.

Á konsertini í Finsen fríggjakvøldið, verða videobrot frá hjálparferðini til norðara Irak at síggja.

Gjøgnum RESET-verkætlanina hevur Mission10forty nú útbúgvið meira enn 320 staðbundin fakfólk í Armenia og Ukraina til at hjálpa krígsraktum børnum.

Allur peningurin, sum kemur inn í sambandi við konsertina fer óskerdur til RESET-verkætlanina. Hjá teimum, sum ikki kunnu vera við til konsertina, er eisini møguleiki at stuðla.

Tað kann gerast á hesi konto: 5958 – 0001103963 (Oikos Andelskasse fyrrv. Faster Andelskasse)

Ella á netinum her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder