Innanlands

Tamarhald er ikki á støðuni

Royna at verja fyri at eldurin ikki breiðir seg til aðrar bygningar á skipasmiðjuni á Skála.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-18 18:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stutt fyri klokkan hálvgum seks í kvøld kom fráboðan um eld í timburhúsinum á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála.

Talan er um stóran eld, og tamarhald er ikki á støðuni, segði Vilhelm Olsen, átaksleiðari í sløkkiliðnum við Skálafjørðin, við útvarpið fyri løtu síðan.

Øll tilbúgving er á staðnum og roynt verður at verja fyri at eldur ikki kemur í aðrar bygningar á skipasmiðjuni.

Enn er eingin fráboðan komin um fólkaskaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder