2026-11-18 19:32
Stórur eldur og nógvur roykur er frá timburhúsinum á Skála skipasmiðju, har eldur kyknaði fyrr í kvøld.
Eldurin er enn ikki sløktur og nú ættin skiftir, heitir løgreglan á fólk um at lata vindeygu og hurðar aftur. Roykurin fer niðan ímóti bygdini.
Eisini heita tey á fólk, sum standa uppi á vegnum og hyggja eftir eldinum, um at flyta seg burtur frá økinum.
Eldurin breiðir seg ikki, men tað er enn stórur eldur, skilst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald