190,4 milliónir dollarar. Tað gjørdist prísurin fyri ein málning eftir Vincent van Gogh, sum uppboðssøluhúsið Sotheby’s seldi í New York í gjár.
Talan er um málningin við heitinum "Châtaigniers en fleurs", ið merkir kastanjutrø í blóma.
Upphæddin svarar til knappar 1,3 milliardir danskar krónur. Sambært BBC var metið fyri ein van Gogh málning frammanundan 117,2 milliónir dollarar – umleið 762 milliónir krónur. Sambært Wall Street Journal leggur hesin málningur seg á fjórða pláss yvir málningar, sum eru seldir á uppboðssølu.
Málningurin við blómandi kastanjutrøunum er málaður á várið í 1890, beint áðrenn niðurlendski málarin, Vincent van Gogh, doyði.
Tað tók góðar tríggjar minuttir at selja málningin, skrivar CNN.
Boðini byrjaðu á 135 milliónum dollarum. Síðan hækkaði prísurin fimm milliónir í senn til hann lendi á 165 milliónum.
Amerikanski gallaríeigarin Bill Acquavella hevur váttað fyri Artnet News, at tað var hann, ið keypti verkið, men hann vildi ikki upplýsa um tað var til sín sjálvs ella um hann hevði boðið fyri ein annan.
Boðið endaði á 165 milliónir dollarun, ið svarar til ein prís á 190,4 milliónir dollarar, tá ómaksgjøld eru løgd afturat. Boðið lá sostatt 15 milliónir dollarar undir metingina hjá Sotheby’s, ið var 180 milliónir dollarar.
Ósemja við fyrrverandi eigara
Upp til søluna var ósemja um málningin. Umboð fyri arvingarnar eftir jødiska bókaforleggjaran, Samuel Fischer, sum einaferð átti verkið, førdu fram, at málningurin varð seldur undir tvingsli tá nasisman tók seg upp í Týsklandi í 1930’unum.
Síðan 1975 og til nú hevur familjan Blaquier átt málningin.
Sotheby’s skrivaði í tíðindaskrivi í gjár, at familjurnar báðar vóru komnar fram til eina loysn, sum “báðir partar vóru nøgdir við, og at málningurin fór at verða seldur sambært teirri semjuni”.
Onki varð sagt um, hvat avtalan snúði seg um, ella hvørjar treytir vórðu settar, skrivar dr.dk.
Dýrasti málningur, sum nakrantíð er seldur er ein da Vinci-málningur, sum fór fyri 450,3 milliónir dollarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald