Arbeiðið at umvæla løgtingsbygningin dregur út, og tí verður partur av Tinghúsvegnum framhaldandi stongdur fram til 5. januar 2027.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari
Talan er um strekkið frá innkoyringini til Havnar Klubba niðan til Sverrisgøtu.
![]()
Frá leygardegnum 21. november er tó aftur loyvt at parkera í Sverrisgøtu millum Tórsgøtu og Niels Finsens gøtu, upplýsir torshavn.fo.
Koyrandi er frá vegamótinum Sverrisgøtu/Tórsgøtu niðan Sverrisgøtu til Tinghúsvegin og víðari til Bøkjarabrekku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald