Í eina tíð hevur verið tosað um størri samstarv millum Føroyar og Stórabretland - millum annað á tingsins røðarapalli og í skrivum.
Arbeitt hevur eisini verið við málinum, og nú er næstan til reiðar at skriva undir.
Sambært Uttanríkis- og fiskimálaráðnum er talan um eitt sonevnt samstarvsskjal.
- Samstarvsskjalið skal virka sum ein felags pallur fyri at menna og styrkja sínámillum samstarvið. Nærri kunning verður í sambandi við undirritan, skrivar ufmr.fo.
Skriva undir í Føroyum í næstu viku
Tað verður á heimabeiti hjá Bárði á Steig Nielsen og føroyingum, at skjalið verður undirskrivað.
Lord Wood of Anfield, bretski ráðharrin í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa (Parliamentary Under-Secretary of State) vitjar næsta mikudag. Stewart Martin Wood er givna navn hansara.
Skjalið verður undirritað í Tinganesi mikudagin 25. november klokkan 16. Tá verður eisini størri greiða á, hvat í verueikanum stendur í skjalinum - og hvat hetta merkir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald