Innanlands

Ruðuleiki á Vaglinum

Andstøðan og tveir samgongulimir rýmdu av fundinum og býráðsfundurin var ikki viðtøkuførur.

2026-11-20 00:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv nakað av dramatikki móti endanum av býráðsfundinum á Vaglinum í kvøld.

Fíggjarlógin var einmælt samtykt, men til síðsta málið á skránni gjørdist heldur rokaligt. Hetta var málið um eldradepilin í Kollafirði og um gegnið hjá býráðsliminum Bergi Robert Dam Jensen.

Samgongulimirnir Heidi Lava Elgeirsdóttir, Guttormur í Skála, Anja Weyhe tóku orðið fyrst áðrenn Bergur Robert Dam Jensen sjálvur tók orðið.

Andstøðulimirnir vóru kúrrir til Tróndur Sigurðsson tók orðið og gjørdi greitt at hetta var stór skom og flóvisligt fyri Tórshavnar býráð. Hann boðaði frá, at hann fór av fundinum, og tá fór Annfinn Brekkstein eisini.

Orðaskiftið varð steðgað og koyrt til atkvøðugreiðslu, men tá fóru andstøðulimirnir Birgir Nielsen og Kári Johansen eisini av fundinum. Sum teir síðstu fóru Bergur Robert Dam Jensen og Heðin Mortensen, samgongulimir, eisini av fundinum, og býráðsfundurin var tískil ikki viðtøkuførur.

Allur býráðsfundurin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder