Innanlands

Seglbátur neyðstaddur milum Skerhólm og Tindhólm - nísur nær við Kollafjørð

Rescue Sverri var á staðnum í Vágum og sleipaði seglbátin inn á Sørvág. Grindaboð vóru eisini í gjár, men tey vórðu skjótt avblást.

2026-11-20 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan fekk nakrar ymiskar fráboðanir í gjár, hósdagin 19. november.

Grindaboð vóru á Streymoynni seinnapartin, tá ein bólkur varð sæddur nær við Kollafjørð.

Hetta vísti seg tó at vera nísur, og harvið varð ikki meira gjørt við tað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. Slíkt letur man fara.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein seglbátur við tveimum monnum umborð neyðstaddur millum Skerhólm og Tindhólm.

Tyrlan fekk eisini boð, men sum tað stendur á vorn.fo: Tá tyrlan kom á staðið, var støðan undir kontrol.

Rescue Sverri hevði eisini fingið boðini og sleipaði bátin inn á Sørvág. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder