Floghavnin í polska býnum Rzeszów var í morgun stongd fyribils orsaka av hernaðarligum virksemi eftir at ein rakett sprongdist í morgun nærhendis polska býnum Chmielek, 45 kilometrar frá markinum til Ukraina.
Sambært polska verjumálaráðharranum, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz, var talan um eitt russiskt Kh-101-krússaramissil, skrivar Reuters.
Hann leggur afturat, at Poland hevur biðið Nato um stuðul .
Seinni fyrrapartin kom fram, at minst tríggir spreingingar í morgun hava verið innan fyri polskt mark. Eftir øllum at døma er talan um tvær rakettir og eina dronu.
Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sigur, at hetta líkist eini tilætlaðari provokasjón frá russiskari síðu.
Ongi fólk komu til skaða av spreingingunum í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald