Tveir danir eru í dag skuldsettir fyri at hava havt ætlanir um at drepa ein ukrainskan rappara í Danmark – umbidnir av russisku fregnartænasstuni.
Tað skrivar DR í dag út frá upplýsingum, sum fyrrapartin komu fram á einum rættarfundi í Lyngby.
Menninir vórðu handtiknir stutt áðrenn konsertina, sum skuldi havt verið í Charlottenlund í september. Rapparin, Kvivstoner, avlýsti konssertina, tí fregnartænastufólk stóðu fyri honum í Kastrup tá hann kom til Danmarkar við flogfari og kunnaðu hann um morðætlanina móti honum.
Annar av teimum skuldsettu er limur í bannaða harkaliðinum, Loyal to Familia, skrivar Ekstrabladet.
Teir vórðu báðir varðhaldsfongslaðir, og í dag royndi ákæruvaldið at víðka um grundarlagið fyri varðhaldsfongslingina.
Hetta inniber, at dómarin skuldi taka støðu til, um grundaður illgruni er um drápsroynd. Miðlarnir hava ikki havt møguleika at fáa nærri kunnleika til tilfarið, tí tað varð lagt fram fyri stongdum rættarhurðum.
Báðir menninir nokta seg sekar.
Funnu vápn í bili
DR skrivar, at vápn eru funnin í einum bili í Hellerup, í hesum málinum, sum higartil hevur verið hildið loyniligt. Ekstrabladet veit at siga, at talan var um tvey hondvápn av slagnum Zastava og tveir knívar.
Stjórin í PET og ríkispolitiovastin hava kallað til tíðindafund í málinum seinnapartin, har teir fara at kunna um “eina menning í hóttanarmyndini, sum hevur tilknýti til Russland”.
Eisini Nicolai Wammen, løgmálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri halda tíðindafundir seinni í dag.
Tilsamans fýra menn eru skuldsettir í sambandi við vápnini, ið vórðu funnin í bilinum. Men bert tveir eru eisini skuldsettir fyri drápsroynd, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald