Kappingarráðið hevur í vikuni tikið avgerð um at forbjóða ætlaðu yvirtøkuna hjá Borg-samtakinum av P/f Sandavágs Timburhandli, sambært grein 15, stk. 2, í kappingarlógini. Rættarvirknaðurin er, at yvirtøkan ikki kann fremjast.
Avgerðin hjá Kappingarráðnum er grundað á, at ætlaða yvirtøkan hevði ført til eina munandi miðsavning á marknaðum, sum frammanundan eru eyðkendir av fáum veitarum og avmarkaðum kappingarligum trýsti. Kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum vísa, at P/f Borg og P/f Sandavágs Timburhandil eru tættir kappingarneytar, og at ætlaða samanleggingin tískil gav fyritøkunum á marknaðunum økta búskaparliga eggjan til at hækka prísirnar.
Vandi fyri samskipan á marknaðinum
Harumframt byggir avgerðin hjá Kappingarráðnum á, at ætlaða yvirtøkan hevði økt um vandan fyri samskipan á marknaðinum fyri sølu av byggitilfari til smærri byggifyritøkur og endabrúkarar. Eftir ætlaðu samanleggingina hevði marknaðurin verið býttur millum tveir stórar veitarar, sum eru sera eins í stødd og bygnaði, og sum báðir eru limir í donskum byggiketum.
Kappingarráðið metir ikki, at keyparamakt, atgongd til marknaðin ella teir virknisfyrimunir, sum luttakandi fyritøkurnar hava víst á, í nøktandi mun kunnu viga upp ímóti teimum kappingarligu ivamálunum, sum ætlaða samanleggingin inniber.
Kundarnir á teimum viðkomandi marknaðunum, har ivamál eru um kappingina, eru serliga smærri byggifyritøkur og endabrúkarar, sum hava avmarkaða keyparamakt og avmarkaðar møguleikar at umleggja sítt innkeyp til beinleiðis innflutning. Harumframt er atgongdin til marknaðin fyri byggitilfar treytað av munandi íløgum í sølustað, goymslu og kapitalbinding.
Avgerðin kann lesast her
Luttakandi fyritøkurnar hava nú møguleika at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Føroya Kærustovn. Kæran skal verða latin inn innan 4 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald