Innanlands

Lungnafelag Føroya er stovnað

Við nýggja felagnum fáa fólk við lungnasjúkum og teirra avvarðandi eitt stað at hittast og deila royndir.

Nevndin, tiltakslimirnir og grannskoðarin eftir stovnandi aðalfundin

Nevndin, tiltakslimirnir og grannskoðarin eftir stovnandi aðalfundin

2026-11-20 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nærum 30 fólk møttu, tá Lungnafelag Føroya varð stovnað týsdagin 17. november í hølunum hjá MEGD við Íslandsvegin í Havn.

Við nýggja felagnum fáa fólk við lungnasjúkum og teirra avvarðandi eitt stað at hittast og deila royndir. Felagið fer at skipa fyri tiltøkum og kunnandi fyrilestrum og arbeiða fyri betri korum hjá fólki við lungnasjúkum í Føroyum.

Jóhan E. Simonsen stýrdi stovnandi aðalfundinum. Á fundinum vórðu nevnd, tiltakslimir og grannskoðari vald. Nevndin skipaði seg beint eftir valið.

Fríðrikur Bláhamar er formaður, Ingvør Nolsøe er næstforfólk, Petra Mortansdóttir Bláhamar er skrivari, Henrik Nicolaisen er peningarøkil, og Joan Dam er nevndarlimur.

Martin Dam og Brynhild Bláhamar eru tiltakslimir. Karl Marius Dahl er grannskoðari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder