Óvanliga nógv fólk vóru í býnum í Havn í gjárkvøldið og í nátt í sambandi við stóru veitsluna hjá miðnámsskúlunum í Havn og á Kambsdali.
Tiltakið byrjaði við einum fótbóltsdysti í Gundadali, har tað eisini var uppsett tjald har ungdómurin savnaðist eftir dystin. Mett verður at millum 600 og 800 fólk vóru til staðar í tjaldinum, har fleiri bólkar spældu.
Yvirhøvur gekk alt friðarliga fyri seg, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Tað var bert ein tilburður, har ein ungur næmingur í fyllskapi av onkrari orsøk fór upp at tottast við vaktir og løgreglu.
Løgreglufólkini á staðnum valdu at taka mannin við á politistøðina, har hann nú svevur rúsin av sær. Tá hann vaknar fær hann eina skuldseting og bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Onkur var eisini koyrdur heim seinni í nátt. Samarittar vóru á staðnum, og hjálptu onkrum, sum var dottin, men annars gekk alt friðarliga fyri seg.
Fyrireikararnir av veitsluni høvdu loyvi til at halda ballið koyrandi til klokkan 03.45 í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald