Innanlands

Tórshavn: Fíggjarætlanin fyri 2027 einmælt samtykt

Tórshavnar kommuna hevur yvir 300 milliónir krónur til skattafíggjaðar íløgur í komandi ári.

Rættilig ferð er nú komin á arbeiðið at byggja røktarheim í Stórubrekku í Hoyvík. Væntandi kann flytast inn longu fyrst í komandi ári (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Rættilig ferð er nú komin á arbeiðið at byggja røktarheim í Stórubrekku í Hoyvík. Væntandi kann flytast inn longu fyrst í komandi ári (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-11-21 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið einmælt fíggjarætlanina fyri 2027. Fíggjarstøðan í høvuðsstaðarkommununi er góð, staðfestir kommunan á heimasíðuni. Samlaðu inntøkurnar eru mettar til góðar 1,6 milliardir krónur, og samlaðu útreiðslurnar eru mettar til 1,25 milliardir krónur.  

Sostatt eru 307 milliónir krónur til skattafíggjaðar íløgur.

- Okkara uppgáva er ikki bara at fáa fíggjarætlanina at hanga saman. Uppgávan er eisini at brúka møguleikarnar, vit hava, til at menna kommununa og gera hana enn betri at búgva og virka í. Ein kommuna, sum tekur atlit til fólkini, sum búgva her, umhvørvinum, vit liva í og ikki minst framtíðini, hjá okkara børnum. Ein kommuna, har vit bæði raðfesta góðar tænastur, trivnað og eina burðardygga menning, sigur Else Berg, borgarstjóri á torshavn.fo. 

Børn og ung

Millum raðfestingarnar í fíggjarætlanini  eru m.a. tillagingar á dagstovnaøkinum, at dagføra spælipláss og innandura umstøðurnar hjá børnunum.

Royndarverkætlan um matarskipan í skúlunum verður sett í verk.

Frítíðarskúlin í Eysturskúlanum hevur leingi havt tørv á betri umstøðum, og í fíggjarætlanini er nýggjur frítíðarskúli raðfestur.  

Í 2026 vóru karmarnir á gamla Argja skúla heildarumvældir. Í 2027 er játtan sett av til at heildarumvæla bygningin innandura og gera hann kláran til eitt nýtt ungdómstilboð. 

Trivnaður, mentan og ítrótt 

Fleiri átøk eru á trivnaðar-, mentanar- og ítróttaøkinum. 

Í 2027 verður býarsavnsvørður settur, soleiðis at Býarsavnið aftur kann virka. 

Betringar skulu gerast á Tjóðpallinum, á Musikkskúlanum og Kvøldskúlanum. Eitt nú skulu atkomuviðurskiftini til Tjóðpallin betrast og bygningurin hjá Tórshavnar kvøldskúla í M.A. Winthersgøtu heildarumvælast, so Kvøldskúlin fær stytt um bíðilistarnar. 

Mentanarstuðul og stuðul til mentanartiltøk verða tilsamans økt við 550.000 krónum, harav 150.000 krónur eru til Føroya Symfoniorkestur. 1 millión krónur eru játtaðar til býarlist. 

Bussleiðin verður uppraðfest við fleiri kvøldartúrum, so tað verður lættari at brúka bussin størri part av degnum. 

Grøn átøk  

Í fíggjarætlanini eru pengar settir av til orkuátøk, sum skulu minka um orkunýtsluna og leggja kommunalu bygningarnar um til varandi orkukeldur, eitt nú hitapumpur og sólorku. 20 milliónir krónur eru settar av til hetta.

Eisini eru góðar 20 milliónir settar av til arbeiði við kloakkum- og spillvatni.

Á Hjalla skal ferð setast á fyrireikingarnar av einari nýggjari skiljihøll, eins og umvælingar verða gjørdar í hølunum hjá Endurnýtsluni á Hjalla. Væleydnaða arbeiði við at seta skiljistøðir upp heldur fram ymsastaðni í kommununi.

Fyri at basa hóttanina av innræsnum plantum verður játtanin til endamálið hækkað.

Betri bústaðarmøguleikar til eldri borgarar

156 milliónir krónur eru settar av til røktarheimið í Hoyvík, sum eftir ætlan verður liðugt í byrjanini av 2027.   

Sjey milliónir eru settar av til fyrireiking av fleiri eldrabústaðum í samstarvi við eldraáði í kommununi.

Demensnormering verður styrkt við 1,2 milliónum krónum. Eisini verður visitatiónin styrkt við einum ársverki, og heimatænastan verður styrkt.

Góðar karmar og kommunalar tænastur 

Byggimálsviðgerð verður uppraðfest við einum ársverki. 

Á Velbastað skal bøtast um Gerðisbreyt og eisini skal ein vegaverkætlan gerast.

Í Kirkjubø verður fríðkan av bygdini raðfest og í Nólsoy eru pengar settir av til ein miðstað. 

Fríðkan og felagsøki verða raðfest á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, eisini verður torg gjørt á Argjum. 

Fleiri bústaðir í Kollafirði verða raðfestir við einum innskoti á almannagagnliga bústaðarfelagið til íbúðir í Kollafirði. 

- Hvør íløga og hvør raðfesting skal hava eitt greitt endamál: at koma borgarunum til góðar. Tað skal merkjast í gerandisdegnum – óansæð aldur, og óansæð, hvar í kommununi ein býr.

- Okkara kommuna skal vera ein rúmlig kommuna, sum tekur atlit til fólkini, sum búgva her, umhvørvinum, vit liva í og ikki minst framtíðini, hjá okkara børnum. Tað gleðist eg um, at vit hava raðfest í fíggjarætlanini fyri 2027, sigur Elsa Berg, borgarstjóri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder