Silja Strøm skal prýða nýggju auluna hjá Tekniska Skúla í Klaksvík.
Landsverk hevði útboð í summar, og trý uppskot komu inn.
Í sínum uppskoti leggur Silja dent á tað ljósa og jaliga í menniskjanum. Listaverkið skal vera ein sjónlig áminning um, hvussu sterk vit kunnu vera saman.
Áðrenn útboðið hevði listabólkurin valt at bjóða trimum listafólkum at lata inn uppskot til listprýðing. Endamálið var at geva rúm fyri bæði nýggjum og væl kendum listarligum røddum. Vinnandi uppskotið hóskar væl til ein skúla, ið húsar ungdómi, skrivar Landsverk.
Hini bæði listafólkini, sum lótu inn uppskot, vóru Alda Mohr Eyðunardóttir og Hanni Bjartalíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald