Innanlands

Streymslit í Norðoyggjum

- og Eysturoynni og í sundalagnum. Arbeitt verður við at fáa alt í rættlag, og verður tað væntandi kl. 11, sigur Sev.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-23 08:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Streymurin er farin í Norðoyggjum, Eysturoynni og í sundalagnum.

Tað boðaði Sev frá fyri løtu síðani.

Arbeitt verður við at rætta brekið sum skjótast, sigur elfelagið.

Eirikur Norðberg, rakstrarleiðari hjá Sev segði við Útvarpið klokkan níggju, at tað fór helst at vera ein tími, inntil øll høvdu fingið streymin aftur.

Stutt fyri klokkan 10 boðaði Sev tó frá, at tey framvegis arbeiða við at fáa alt í rættlag, og verður tað væntandi klokkan 11.

Í gjárkvøldið mistu fólk í Norðoyggjum og norðara parti av Eysturoynni eisini streymin í ein góðan tíma.

Orsøkin til tað streymslitið var kaðalfeilur, skrivar Sev.

Dagførd kl. 10.35

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder