Innanlands

Borgarafundur um ábæra ferðslu

Tórshavnar kommuna bjóðar hósdagin til almennan fund í Reinsarínum, har endamálið er at umrøða og betra umstøðurnar fyri ábæra ferðslu í kommununi.

Borgarafundurin verður í Reinsarínum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Borgarafundurin verður í Reinsarínum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-11-24 21:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 26. november klokkan 16 bjóðar Tórshavnar kommuna til borgarafund á Reinsarínum, har evnið er ábær ferðsla.

Tiltakið byrjar við framløgum frá ymiskum áhugapørtum. Og eftir ein stuttan steðg, verður arbeitt í bólkum, har borgarar, ið luttaka fáa høvi at eyðmerkja vegamót og leiðir, ið eru serliga ótrygg ella vandamikil og eftir teirra tykki eiga at verða bøtt, skrivar kommunan.

Leiðir og vegamót at arbeiða við verða vald út frá kortum, sum eru prentað út, og hongd upp í hølunum á degnum. Vísandi til útpeikaðu økini, verða nøkur dømi vald út at arbeiða við, og uppskot til møguligar loysnir viðgjørdar og lagdar fram.

Óluva Zachariasen verður fundarstjóri, og umboð fyri áhugafelagið Ábær ferðsla og Súkklufelagið hjálpa til við at hava verkstovurnar.

Skráin fyri borgarafundin:

16.00 Vælkomin – Elsa Berg
16.10 Flytførispolitikkur – Tórshavnar kommuna - Rasmus Biskopstø
16.25 Áhugafelagið Ábær ferðsla greiðir frá teirra virksemi og sjónarmiði um ferðslu.
16.40 Rørsla í gerandisdegnum – Íblástur til at stimbra undir rørslu - Kollafjarðar skúli
16.55 Framløga um rørsluvanar og heilsuágóðan av rørslu - Helgi Winther Olsen
Stuttur steðgur
17.15 Arbeiði í bólkum - Hvussu síggja ítøkiligar loysnir út?
Luttakarar fáa møguleika at lýsa avbjóðandi vegamót fyri súkklur/ábæra ferðslu, og at koma við uppskotum um møguligar loysnir
18.00 Bólkar fáa høvið at greiða frá sínum niðurstøðum
Ábit
18.30 Samanumtøka og liðugt


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder