Mentan

Bøkur um Oyggjaleikir og Norrønu gudarnir lagdar fram í Reinsarínum

Útgávutiltak verður í Reinsarínum týskvøldið 24. november.

2026-11-23 13:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið 24. november kl. 19 verða tvær nýggjar bøkur lagdar fram í Reinsarínum. Ein bók um Oyggjaleikir, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað, og Spádómurin, sum er fyrsta bók í nýggjari røð um norrønu gudarnar. Silja Aldudóttir skrivar, og Laura Gunnváardóttir myndprýðir. Gudny Djurhuus Rasmussen spælir nakrar sangir.

Um bøkurnar:

Spádómurin – Norrrønu gudarnir 1
Óðin er hægsti gudurin í Ásgarði, men kann hann steðga heimsins undirgangi?

Spádómurin hjá vølvuni sigur, at heimurin fer at ganga undir í ragnarøkum. Óðin má finna ein máta at steðga tí. Hann ferðast niður í myrka undirheimin fyri at gerast uppaftur mætari, men skjótt finnur hann út av, at vísdómur og vald hava ein høgan prís …

Uppliv norrønu gudalæruna í hesi spennandi røðini um stríð og styrki, hetjur og svikarar, vísdóm og kærleika. Kom við á ferðina, tá æsirnir stríðast ímóti teimum óndu jatnunum.

Maria Luihn prátar við Silju og Lauru um bókina.

[object Object]

Í Oyggjaleikir – vinaleikir millum oyggjar verða vit tikin aftur til fyrstu oyggjaleikirnar í 1985 og fram til oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í juli komandi ár, tá einir 3000 íðkarar úr 23 oyggjum fara at kappast ímóti hvørji aðrari.

Oyggjaleikir eru ein stór ítróttarkapping – á stødd við olympisku vetrar leikirnar. Í bókini kanst tú lesa um stuttligar, serstakar og minnisríkar løtur, um hvussu oyggjaleikirnir vórðu til, ymiskt serstakt um oyggjarnar, sum eru við, og sjálvsagt um ítróttargreinarnar og ítróttarfólk, sum hava verið við – bæði føroysk og útlendsk.

Páll Holm Johannesen hevur skrivað, og Betri samtakið hevur stuðlað útgávuni.

[object Object]

Jógvan Skeel Nolsøe, ítróttajournalistur prátar við Páll Holm Johannesen um bókina.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva bøkurnar út.

Bøkurnar vera til sølu fyri serprís, og til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka í barrini.

Tiltakið er ókeypis.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder