Eftir eina útselda sýning av dokumentariska konsertfilminum í Havnar Bio í farnu viku, er tað avgjørt at endursýna filmin í biografinum. Hetta verður leygardagin 5. desember klokkan 17.
Bønir & illbønir, sum er ein listaligur heimildarfilmur á 65 minuttir, er ein samframleiðsla millum KVF og Silvurdrong, sum hava upptikið og klipt filmin á sumri 2026.
Filmurin granskar føroyska mentan gjøgnum eyguni á tveimum ferðandi, sum hava skrivað seg upp til eitt gátuført tiltak í Havn, har tey fáa eina uppliving, ið tey seint gloyma. Søgan verður miðlað við inniligari frásøgurødd, sum tekur støði í tónalagnum hjá Williami Heinesen og spælir við hansara frásagnarstíl í einum samtíðarligum høpi.
Trygvi Danielsen er framleiðari, leikstjóri, frásøgurødd, handritshøvundur og ein av høvuðspersónunum í filminum.
Símun Waag er høvuðsfotografur, Gorm Just er klippari, Finnur Hansen ljóðblandar tónleikin, Peter Storm Wich ljóðblandar partar av filminum, og Rúni Friis Kjær litviðger myndirnar.
Trygvi Danielsen kemur at innleiða eykasýningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald