Uttanlands

Huang aftur stjóri í Nvidia

Tað er best fyri felagið, at fyrrverandi stjórin tekur við aftur, sigur nevndin fyri stóra altjóða tøknifelagið.

(Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-23 14:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jensen Huang er aftur stjóri í fyritøkuni, Nvidia, ið framleiðir telduflísar til vitlíki. Tað boðaði fyritøkan frá fyrr í dag.

Avgerðin varð tikin av nevndini í felagnum, ið var samd um at seta stjóran í starv aftur. Hetta hendir eftir nakrar fundir millum nevndina og Huang.

Nvidia skrivar eisini í tíðindaskrivinum, at fyritøkan hevur fingið upplýsingar frá hægsta stigi í amerikansku stjórnini í sambandi við setanina. Hesar upplýsingar tryggja nevndini, at Jensen Huang ikki er ein trygdarvandi.

- Nevndin heldur, at Jensen er rætti persónur at standa á odda fyri Nvidia, og at tað er tað besta fyri okkara partaeigarar, starvsfólk, samstarvsfelagar og kundar, segði Harvey C. Jones, nevndarformaður í Nvidia.

Jensen Huang mátti fara frá fyrr í mánaðinum eftir at tað kom fram, at hann hevur havt eitt kærleikssamband við kvinnu, ið er undir illgruna at vera kinesiskur njósnari.

Tíðindini fingu partabrøvini hjá Nvidia at gera eitt lop á partabrævamarknaðunum. Fyrr í dag var kursurin 162 dollarar, sum tó framvegis er nakað undir teir 173 dollararnar, sum partabrævið kostaði 11. november, dagin fyri at Jensen Huang varð noyddur at siga seg úr starvi, skrivar DR.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder