2026-11-24 16:19
Leygardagin 28. november klokkan 16 verður jólatræið í Vágstúni í Klaksvík tendrað.
Gimmi Olsen, prestur og Karl H. Johansen, borgarstjóri halda røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir jólatónleik.
Eisini kemur jólamaðurin at tendra træið saman við Trøllapætur og ommudidd. Pakkar verða til børnini og aftaná verður ein kaffimunnur í Varpinum, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Yvirlit yvir ymisku jólahaldini í Klaksvíkar kommunu sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald