- Hetta er púra greitt. Tað er eingin vegur uttanum. Og vit kunnu ikki peika eftir øðrum longur. Nú liggur bólturin hjá okkum.
Hetta gjørdi løgmaður greitt hóskvøldið. Beinir Johannsen hevði tá eina almenna útsøgn í sambandi við, at Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) hevði kunnað um greiðu boðini frá olympisku nevndini: Eingin luttøka undir føroyskum flaggi: Í einstaklinga- ella liðkapping.
Les eisini: IOC sigur kortanei: Heldur eingi føroysk lið til OL 2028
Ríkisrættarliga støðan er forðingin, og harvið skal politiska skipanin av álvara taka við arbeiðnum, sum ÍSF hevur roynt at framt seinastu tíðina.
Beinir Johannesen hevur í hesum førum ikki ligið leingi á boðunum: Hann hevur kallað inn til fundar mikudagin klokkan 11.
Hetta hava vit fingið upplýst, og eru tað forfólkini í øllum sjey flokkunum, sum hittast í morgin.
Sum Portalurin skilir, skulu tey tosa nærri um, hvat flokkarnir kunnu verða samdur í. Hetta áðrenn ynski verður sent donsku stjórnini um fund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald