Innanlands

Gjørdu klárt at fara í hagan at leita

Men horvni maðurin var ikki horvin.

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2026-11-24 08:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var gjørt klárt til umfatandi leiting í fjøllinum eftir einum manni, ið varð hildin at vera vilstur í fjøllunum.

Tað var ein persónur í Húsavík, sum um 16-tíðina í gjár boðaði løgregluni frá, at hann óttaðist fyri, at ein maður var vorðin burtur í fjøllunum, tí bilurin hevði staðið parkeraður í sama stað í tvey samdøgur.

Løgregla kom á staðið við hundaførarum, og gjørt var klárt at fara í fjøllini at leita.

Men áðrenn ein tími var farin, kom horvni maðurin til gongu oman av fjøllunum, og kundi undrast á fólkini, sum gjørdu klárt at fara at leita.

Viðkomandi hevði ikki verið burtur í haga í tveir dagar. Men hann hevði verið í haganum tvær reisur hesar báðar dagarnar. Persónurin, ið boðaði frá, hevði bara ikki sæð, at bilurin ikki hevði verið burtur millum túrarnar.

Maðurin hevði ikki telefon við sær í hagan, og tí hevði ikki verið møguligt at fáa samband við ‘horvna mannin’. Áheitanin frá vaktleiðaranum á løgreglustøðini er, at fólk sum fara einsamøll í hagan, hava fartelefon við sær.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder