Tað eru einans 596 matstovur í heiminum, sum eru betri enn matstovan Paz í Dr. Jacobsens gøtu í Havn.
Hetta ljóðar kanska í fyrstu atløgu ikki av nógvum, men tað er tað.
Gitni franski listin yvir heimsins bestu matstovur, La Liste, fyri 2027 er júst kunngjørdur. Og her er ein føroysk matstova við – matstovan hjá Poul Andrias Ziska sum á hesum serliga listanum fær 85 út av 100 møguligum stigum. Paz hevur sum kunnugt frammanundan 2 stjørnur frá Michelin.
85 stig er eitt munandi lop uppeftir á listanum í mun til fyri einum ári síðani, tá Paz fekk 75 av 100 møguligum stigum á Le Liste.
Í norðurlondum eru tað einans 15 matstovur, sum eru betri enn Paz, sambært La Liste. Níggju danskar, fýra svenskar og tríggjar norskar.
Noma í Keypmannahavn, sum einaferð var heimsins besta matstova, liggur á hesum listanum væl undir Paz við 80 stigum.
Heimsins bestu matstovur sambært La Liste fáa 99,5 stig. Tær eru 13 í tali. Teirra millum er ein norðurlendsk, hon eitur Frantzén og liggur í svenska høvuðsstaðnum Stockholm. Hinar toppmatstovurnar liggja í Fraklandi (2), USA (2), Japan (2), Kina (2), Sveits, Italia, Spania og Týskandi.
Norðurlendsku matstovurnar, ið verða mettar at vera betri enn Paz eru:
99,5: Frantzén, Stockholm
99,0: Jordnær, Gentofte
98,5: Geranium, København
97,5: Re-naa, Stavanger
96,5: Kadeau, København, Maaemo, Oslo,
96,0: Alchemist, København, AOC, København, Frederikshøj, Aarhus
95,5: Aira, Stockholm
92,5: Henne Kirkeby Kro, Henne
90,0: Vollmers, Malmö, Vyn – Daniel Berlin, Simrishamn
87,5: Operakällaren, Stockholm, Søllerød Kro, Søllerød
85,0: Kong Hans Kælder, København, Paz, Tórshavn
Ísland hevur tvær matstovur á listanum, Dill og Matur & Drykkur, sum báðar fáa 75,0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald