2026-11-24 15:06
Dómur varð sagdur í Føroya Rætti mánadagin í einum máli um hvítvask.
Talan var um eina danska kvinnu, sum fyrr í ár varð tikin á flogvøllinum í Vágum. Kringvarpið skrivar, at hon hevði 73.500 krónur í reiðum peningi á sær.
Mett varð, at hetta var peningur sum kvinnan hevði útvegað sær ólógliga.
Hon møtti ikki í rættinum í Havn men varð dømd 40 daga trytaða fongslusrevsing fyri hvítvask.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald