Stór umlegging av lýsingaskipanini "Vevlýsingar" byrjaði á middegi í gjár, og nú er klárt hjá brúkarum at rita inn aftur.
Vevlýsingar er skipanin sum rekur øll lýsingapláss á eitt nú Portal.fo, Dagur.fo, Roysni.fo og eisini á fleiri av skíggjunum sum eru kring landið.
Skipanin er nógv ment síðan hon sá dagsins ljós í 2010, men skipanin trongdi til eina heildardagføring, og hevur nú fingið eina veruliga yvirháling.
Eins og áður kunnu fyritøkur og stovnar umsita sínar egnu lýsingar, men í nýggju skipanini verður nógv smidligari hjá fleiri starvsfólkum at taka sær av hesum og lætt fáa yvirlit yvir nýtslu.
Eisini ber nú til at leggja videolýsingar inn og fleiri lýsingastøddir eru eisini á veg inn.
Vevlýsingar er mest brúkta lýsingaskipan í Føroyum og stóra umleggingin fevnir um omanfyri 2000 brúkarar. Til ber hjá brúkarum at rita inn við somu upplýsingum á nýggju skipanini.
Stóra umleggingin er av, men enn eru smáting eftir at fáast uppá pláss, og tey vera avgreitt næstu tímarnar og restina av vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald