Ætlanir um stóra útbygging í Kastrup

Á tekningunum fyri ætlaninar í floghavnini í Keypmannahavn verða eitt nú báðir A-fingrarnir, sum rutuflogførini til Føroya vanliga brúka, nógv útbygdir.

(Mynd: Copenhagen Airport)

(Mynd: Copenhagen Airport)

2026-11-24 19:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey sum hava verið á flogvøllinum í Keypmannahavn seinastu nógvu árini hava sæð nógvu útbyggingarnar, men tað steðgar ikki her.

Flogvøllurin í Keypmannahavn hevur ætlanir um enn eina stóra útbygging. Tað skrivar DR, sum vísir til eitt tíðindaskriv frá flogvøllinum.

Christian Poulsen, stjóri í Keypmannahavnar flogvølli, sigur, at útbyggingin skal styrkja altjóða sambond Danmarkar og geva grundarlag fyri fleiri arbeiðsplássum og vøkstri.

- Sum lítið land við opnum búskapi er Danmark sera tengt at sambondum við restina av heiminum. Tey geva donskum fyritøkum atgongd til marknaðir, koma við ferðamonnum og íløgum til Danmarkar og binda okkum saman við heimin, sigur hann.

Fyri at ætlanirnar kunnu verða veruleiki, krevst eitt nýtt planleggingargrundarlag, sum danski Plan- og Landdistriktsstyrelsen arbeiðir við. Tað skal geva møguleika fyri at menna verandi økini hjá flogvøllinum, og tað verður væntandi liðugt í 2028.

Á tekningunum fyri ætlaninar á flogvøllinum í Keypmannahavn, eru stórar útbyggingar á eitt nú báðum A-fingrunum. Hetta eru fingrarnir sum flogførini hjá Atlantsflogi vanliga brúka. Báðir verða longdir munandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder