Mentan

Landsstýrismaðurin: - Liggur ikki í kortunum at niðurleggja 10. flokk

Bárður á Lakjuni hevur ikki í hyggju at fylgja tí tilmælinum hjá Nýskipanarnevndini, sum kann spara flest pening. - Sum lærari havi eg ofta sæð, hvussu stóran mun hetta árið ger, men vit hyggja sjálvandi uppá møguleikan at effetivisera fólkaskúlan.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-11-24 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum ein. sum hevur arbeitt við 10. flokki í nógv Harrans ár, havi eg so ofta sæð hvussu stóran mun hetta árið ger: Í búning, í at koma í ein góðan sosialan samanhang og sum heild er nógv positivt í tí.

Hetta staðfesti Bárður á Lakjuni í samrøðu við FM1, stutt eftir at umskipaða Nýskipanarnevndin var komin við nýggjum tilmælum, umframt einum frá tí upprunaligu.

Sí eisini: 
Nýskipanarnevndin: Fólkaskúlin, tunnilsfeløg og aðalráð

Landsstýrismaðurin í Mentamálum staðfestir, at hann virðir Nýskipanarnevndina, sum "hevur arbeitt seriøst", men at júst tað at taka 10. flokk í fólkaskúlunum burtur ikki liggur í kortunum.

Lærarin og landsstýrismaðurin vísir á, at væl yvir helmingurin av verandi árgangi hevur valt 10. flokk, og at kring landið ger man nógv fyri at gera hetta til eitt skapandi ár.

Ein annar vansi kann vera, at nógv velja eftirskúla í Danmark ístaðin - og vera verandi í Danmark, sigur Bárður á Lakjuni. 

Hoyr alla samrøðuna við Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í Mentamálum, í tíðindasensingini á FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder