Innanlands

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað leygardagin

Klokkan 15 í Sandavág, klokkan 16 í Miðvági og klokkan 17 í Vatnsoyrum. Inga Poulsen Dam heldur røðu, Sørvágs tónleikarafelag spælir nøkur jólaløg, og jólamennirnir koma at heilsa uppá børnini við pakkum.

2026-11-25 20:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vága kommuna Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað leygardagin 28. novembur. 

Kl. 15.00 í Sandavági

Kl. 16.00 í Miðvági

Kl. 17.00 í Vatnsoyrum

Borgarstjórin bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam heldur røðu og Sørvágs tónleikarafelag spælir nøkur jólaløg.

Jólamennirnir koma at heilsa uppá børnini við pakkum, og kommunan bjóðar kaka og bollar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder