Innanlands

Nýggjur arbeiðsbólkur skal styrkja føroysku heilsutilbúgvingina

Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa verandi tilbúgvingarætlanir, tørvin á heilivági, verndarútgerð og aðrar neyðugar veitingar, umframt hvørjir sjúklingabólkar og heilsutænastur eru serliga viðbrekin..

- Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, sum í stóran mun er bundið at veitingum og tænastum úr útlondum. Tí er umráðandi at hava góða vitan um, hvussu heilsuverkið er fyrireikað, um vanligar veitingar ella týðandi undirstøðukervi verða órógvað, stendur í grundgevingunum á heimasíðuni hjá Heilsu- og Orkumálaráðnum.

2026-11-25 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn ein arbeiðsbólkur er settur í politisku skipanini. 

Tað er Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal lýsa heilsutilbúgvingina í Føroyum og koma við tilmælum um, hvussu hon kann styrkjast. 

- Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, sum í stóran mun er bundið at veitingum og tænastum úr útlondum. Tí er umráðandi at hava góða vitan um, hvussu heilsuverkið er fyrireikað, um vanligar veitingar ella týðandi undirstøðukervi verða órógvað, stendur í grundgevingunum á heimasíðuni hjá Heilsu- og Orkumálaráðnum.

Arbeiðstíðin er fimm mánaðir.

Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa verandi tilbúgvingarætlanir, tørvin á heilivági, verndarútgerð og aðrar neyðugar veitingar, umframt hvørjir sjúklingabólkar og heilsutænastur eru serliga viðbrekin. Harumframt skal bólkurin hyggja at ábyrgdarbýtinum millum myndugleikar, sjúklingaflutning, alternativar veitingarloysnir og møguligar samstarvsavtalur við onnur lond. 

- Vit skulu tryggja okkum, at føroyska heilsuverkið er so væl fyrireikað sum til ber, eisini tá óvæntaðar støður taka seg upp. Við hesum arbeiðinum fáa vit eitt betri fakligt grundarlag fyri at síggja, hvar vit standa væl, og hvar vit kunnu verða enn betur fyrireikað, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Verkætlanarskipan:

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd og kommunulæknar, Apoteksverkið og eldraøkið/Kommunufelagið. Málið er, at bólkurin handar landsstýriskvinnuni eina lýsing av økinum og tilmæli 1. mai 2027.

Vrkætlanin verður skipað í einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki. Arbeiðsbólkurin kunnar stýrisbólkin við jøvnum millumbilum um gongdina í arbeiðinum.

Stýrisbólkur á heilsuøkinum:

-          Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri

-          Per Busk, sjúkrahússtjóri

-          Noomi Gregersen, stjóri á Heilsustýrinum

-          Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd

-          Ingun Hansen, Landsapotekari

-          Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

Arbeiðsbólkur á heilsuøkinum:

Heilsu- og orkumálaráðið:

-          Jan Simonsen, deildarstjóri

-          Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi

Umboð fyri Heilsustýrið

-          Katrin E. Christiansen, fulltrúi í tilbúgvingarmálum

Umboð fyri Sjúkrahúsverkið:

-          Elin Jensen, serlækni

-          Tróndur Høgnason Mohr, lækni

Umboð fyri Heilsutrygd/Kommunulæknar

-          Jeaneth Løkjá, kommunulækni

Umboð fyri Apoteksverkið

-          Allan Nolsøe

Umboð fyri Eldraøkið/Kommunufelagið

-          Heri Norðberg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder