Bólkurin Hvarv var útgávuvirkin í 1998 – 2000, og var við á Rock í Føroyum 2 og á Vælskapt Brek útgávuni.
Limirnir handan bólkin siga sjálvir, at hóast bólkurin ikki gavst at spæla, so kom støðgur í viðvíkjandi at geva tónleik út.
Men gongd kom á aftur í fjør. í 2025 komu "Sálarfrændi mín" og seinni "Leitar tú elskandi", og í vikuni hevur Hvarv latið triðja lagið uppá eitt og eitt hálvt ár út.
Talan er um ”Bendar eru brýr”, sum kann hoyrast ovast ella á Youtube-síðuni hjá bólkinum - tað er eisini tøkt á millum annað Spotify.
- Hetta er kærleikssangur, ið snýr seg um, at um tað ikki altíð gongur sum ætlað, so er ikki altíð neyðugt at brenna sínar brýr, sum tikið verður til, men at onkutíð er vísast at benda sínar brýr, og ikki kvetta síni sambond, men finna loysnir.
Neil Joensen eigur lagið, og Dagfinn Olsen orðini.
Í Hvarv spælir Dagfinn Olsen bass og Neil Joensen guitar. Hjalmar Magnussen syngur og spælir guitar, meðan Dánjal Jákup Wiberg Holm er á trummurnum
Á útgávuni "Bendar eru brýr" syngur Laila Carlsen kór og Hans Poulsen hevur framleitt, ljóðblandað og mastrað. Tutl gevur út.
Jón Einarsson tilgjørdi myndina, ið Bjartur Vest tók.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald