Uttanlands

Burger King vendir aftur til Íslands

Heimskenda skundverða matstovan steðgaði virkseminum í Íslandi í sambandi við fíggjarkreppuna í 2008, men í 2027 lata fimm Burger King-støð upp.

Seinasta Burger King-matstovan í landinum lat aftur á nýggjárinum 2008, men nú kunnu burgaraglaðir íslendingar fegnast

Seinasta Burger King-matstovan í landinum lat aftur á nýggjárinum 2008, men nú kunnu burgaraglaðir íslendingar fegnast

2026-11-25 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Íbúgvar í Íslandi, sum dáma væl Burger King, hava ikki havt møguleika at fingið ein Whoppara ella annað slíkt í heimlandinum seinastu 18 árini.

Men nú bragdar. 

Heimasíðin visir.is skrivar, at eftir ætlan lata fimm Burger King-støð upp í 2027. Tað fyrsta á N1 við Bíldshöfða í Reykjavík.

Tað eru júst N1 bensinstøðirnar og Skúli Gunnar Sigfússon, sum eisini stendur fyri Subway í Íslandi, ið ganga á odda.

Bæði Burger King og McDonalds fóru úr Íslandi orsakað av fíggjarkreppuni í 2008, sum rakti Ísland serliga hart.

Seinasta Burger King-matstovan í landinum lat aftur á nýggjárinum 2008, men nú kunnu burgaraglaðir íslendingar fegnast. 

Burger King er frá 1954 og er ein av allarstørstu slíku ketunum í heiminum. Tað eru yvir 20.000 Burger King-matstovur í yvir 120 londum. Ein av hesum støðunum er í SMS í Tórshavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder