Undirvísingarstýrið skrivar í dag, at Bárður á Lakjuni hevur sett Jón Helmsdal til nýggjan skúlastjóra á Sjónámi í Klaksvík frá 1. januar at rokna.
Jón Helmsdal er útbúgvin skipsførari og bachelor í Management, IT and Language frá University of York í Onglandi. Hann hevur drúgvar royndir bæði sum lærari og undirvísingarleiðari á Vinnuháskúlanum, umframt royndir sum skipsførari, ráðgevi í KT fyritøku og fulltrúi.
Brandur H. í Funningsstovu gavst í summar sum stjóri á stovninum, síðan hevur Debes Sivertsen røkt starvið sum fyribilsstjóri.
Sjónám fevnir um tað, sum fyrr var Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Skúlin bjóðar trygdarskeið umframt útbúgvingar til skipara og skipsatstøðara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald