Innanlands

- Møguleikin fyri at tað endar við einari kreppu í ríkisfelagsskapinum er til staðar

Eitt, sum kann seta eld í, er, um eitt føroyskt lið spælir til OL men ikki sleppur at luttaka, og Norðurlandaráðið er eisini knútapunkt. Hetta vísir Aksel V. Johannesen á, sum heldur fleiri í donsku politisku skipanini munnu kenna seg meira kroystar nú.

Gott samljóð millum Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen á ríkisfundi her - men fyrrverandi løgmaður ávarar um, at hetta kann broytast, um danir ikki vilja vika seg (Mynd: EPA)

Gott samljóð millum Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen á ríkisfundi her - men fyrrverandi løgmaður ávarar um, at hetta kann broytast, um danir ikki vilja vika seg (Mynd: EPA)

2026-11-25 20:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Har eru fleiri og fleiri danskir politikkarar og persónar í danska embætisverkinumm sum síggja og skilja støðuna: At neyðugt er at broyta.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen í samrøðu í FM1-tíðindunum fyrr í dag.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er framvegis sannførdur um, at tjóðarsemjan ella líknandi loysn er neyðug fyri Føroyar - og Danmark.

Aksel V. Johannesne vísir á, at forsætisráðfrúan er sinnað at gera nakað við støðuna, men at tað í undanfarnu stjórn vóru nóv, sum vóru trek. Nú er kanska frægari.

Føroyingar skulu mest sannlíkt til borðið saman við dønum næsta ár. Aksel V. Johannesne og hini forfólkini í føroysku flokkunum vóru á fundi fyrr í dag. Løgmaður hevði kallað inn, og eittans mál var á skránni: IOC-limaskapurin og ríkisrættarliga støðan í hesum førinum.

[object Object]
Aksel V. Johannesen veit, at málið um olympiskan limaskap er eldfimt - og skal loysast (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Løgmaðurin í seinastu setu, sum fekk gongd á málið um eina tjóðarsemju, staðfesti fyri Árna Gregersen, at Javnaðarflokkurin stendur við ætlanina um at broyta sambandið við Danmark. Hetta so Føroyar fáa størri ræsir á uttanríkispolitiska økinum. Og hann ávaraði eisini danir:

- Møguleikin fyri at tað endar við einari kreppu í ríkisfelagsskapinum er til staðar. Eitt, sum kann seta eld í, er, um eitt føroyskt lið spælir til OL men ikki sleppur at luttaka - ella ikki fær rættin at kappast um tað eingongd. Vit síggja eisini støðuna í Norðurlandaráðið, har tað er ógvuliga torført at fáa gongd á í verandi støðu. 

Hoyr alla samrøðuna her:
Javnaðarflokkurin stendur við tjóðarsemjuna

Sí eisini: Jana Mittún: - Eg havi í øllum førum ikki hug at spæla undir donskum flaggi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder