2026-11-26 07:51
Veðrið hevur í dag við sær broytingar og avlýsingar á suðuroyarleiðini.
Túrarnir av Havnini klokkan 8.45 og 21.15 verða ikki sigldir, og tað verða túrarnir av Krambatanga klokkan 11.30 og 17.30 heldur ikki.
Túrurin av Havnini klokkan 14.15 verður eisini framskundaður til klokkan 12, boðar Strandferðslan frá.
Eisini verður boðað frá avlýsingum á Kalsoyarleiðini og Hestleiðini.
Um viðrar verður túrurin klokkan 15.30 av Klaksvík og klokkan 15.50 av Syðradali sigldur, men allir aðrir túrar í kvøld verða avlýstir, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald