Uttanlands

Fiskiskip sakk eystanfyri Ísland - trý latið lív

Í gjár frættist, at øll manningin á íslendska skipinum Jökull ÞH 299, sum taldi 17 fólk, varð bjargað úr sjónum, men í dag verður boðað frá, at bert 14 vórðu bjargað á lívi.

(Mynd: Wikimedia Commons)

(Mynd: Wikimedia Commons)

2026-11-26 09:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir av manningini sjólótust, tá íslendska fiskiskipið Jökull ÞH 299 sakk umleið 100 kilometrar eystanfyri Ísland seinnapartin í gjár, boða íslendskir myndugleikar frá í morgun sambært íslendska kringvarpinum RÚV.

Í gjár frættist, at øll 17 sjófólk, sum vóru umborð, vórðu bjargað úr sjónum, eftir at skipið hevði sent út neyðarkall millum klokkan 17 og 18. Skipið sakk, og øll manningin endaði í sjónum.

Ein bjargingarbátur var fastur á skipinum, og hin fleyt burtur. Manningin var í sjónum í umleið fýra tímar, áðrenn hon var bjargað.

Eitt eftirlitsflogfar kom á staðið klokkan 20, og stutt eftir klokkan 21 komu eisini bjargingartyrla hjá íslendsku sjóverjuni og onnur fiskiskip á staðið. Manningin varð fingin úr sjónum og flutt við tyrlu til Egilsstaðir, har sjúkrabilar tóku ímóti teimum.

Sambært íslendska forsætisráðharranum, Kristrún Frostadóttir, var tað at byrja við ógreitt, um nakar fór at sleppa frá vanlukkuni við lívinum.

Tað er greitt, at hetta var eitt serstakt bjargingararbeiði framt undir sera torførum umstøðum, sigur hon.

Sambært íslendsku sjóverjuni verður hendingin kannað nærri.

Dagførd kl. 9.39

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder