Í oktober var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent, og tað er á sama støði, sum fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan.
Í oktober vóru 335 persónar raktir av arbeiðsloysi – níggju fleiri enn sama mánað árið fyri.
Í oktober vóru 289 fulltíðararbeiðsleys, sum eru átta fleiri enn í oktober í fjør.
119 kvinnur og 216 menn vórðu raktir av arbeiðsloysi í oktober. Tað eru ávikavist sjey færri og 16 fleiri enn sama mánað í fjør.
Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svarar tað til 97 kvinnur og 193 menn. Tað er eitt arbeiðsloysi á ávikavist 0,7 og 1,2 prosent - ein munur á 0,1 prosentstig í mun til í fjør.
Í oktober vóru 37 persónar – ella 11 prosent – langtíðararbeiðsleys. Hetta er á leið tað sama sum í fjør.
Størst í Suðuroynni - lægst tá teimum yngstu
Í oktober var arbeiðsloysið størst í Suðuroynni við 1,3 prosentum - 0,4 prosentstig lægri enn í oktober í fjør - og lægst í Norðoyggjum og Vágum við 0,7 prosent.
Býtt á aldursbólkar vóru flest arbeiðsleys millum tey 25-34 ára gomlu og 35-44 ára gomlu við ávikavist 1,2 og 1,3 prosentum. Í oktober var lægsta arbeiðsloysið hjá teimum 16-24 ára gomlu við 0,5 prosentum.
Í oktober vóru 37 persónar ella 11 prosent langtíðararbeiðsleys. Tað er, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Hetta er á leið tað sama sum í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald