Innanlands

Javnaðarflokkurin tveittur úr býráðssamgonguni

Tolið tykist at vera uppi hjá Elsu Berg og hinum í býráðssamgonguni, sum hava endað samstarvið við Javnaðarflokkin.

Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin eru tveitt úr býráðssamgonguni (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin eru tveitt úr býráðssamgonguni (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-26 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býráðssamgongan í Tórshavnar kommuna hevur í dag endað samstarvið við Javnaðarflokkin.

Hetta sigur Elsa Berg, borgarstjóri, í fráboðan fyri løtu síðan.

- Nógv góð og spennandi mál skulu avgreiðast restina av hesi setuni, og neyðugt er at kunna at brúka orkuna uppá hesi mál til gagns fyri kommunu og borgara.

- Farið verður víðari við góðum treysti, borgarunum at frama.

Tað var fyri viku síðan, at ein býráðsfundur endaði í ruðuleika. Hetta var tá býráðið skuldi taka støðu til gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen, býráðslimi í Tjóðveldi. Fyrst valdi andstøðan at fara av fundi og síðani fóru Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen eisini av fundinum, og býráðið var tískil ikki viðtøkuført.

--

Her sæst ein partur av ruðuleikanum í síðstu viku:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder