Javnaðarflokkurin er tveittur úr býráðssamgonguni í Havn, sum nú bara fevnir um Borgaralistan við Guttormi Skála og síðani Tjóðveldi við Elsu Berg, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annitu á Fríðriksmørk og Anju Weyhe.
Nú verður hugt eftir øðrum samgongumøguleikum.
- Einki er fastlagt enn, men vit hyggja eftir hvørjir møguleikar eru, segði Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Dag og viku í kvøld.
- Vit fara at brúka orkuna uppá at tosa um politikk og loysnir. Vit fara at tosa saman og tosa um hvørja leið vit skulu fara. Tá mugu semjir gerast, og tað fær man bara um man kann tosa saman, segði Elsa Berg.
Javnaðarflokkurin er harvið úti í kuldanum í býraðssamgonguni í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald