Innanlands

Skattaprosentið lækkar og barnafrádrátturin hækkar í Klaksvík

Skattaprosentið verður lækkað úr 20,75 prosentum niður í 20,50 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 8.000 krónum upp í 9.000 krónur, samstundis sum slakar 68 milliónir krónur eru settar av til stórar íløgur í Klaksvíkar kommunu 2027.

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 437,2 milliónir krónur, sum er ein vøkstur upp á 6,9 prosent samanborið við 2026 (Mynd: klaksvik.fo)

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 437,2 milliónir krónur, sum er ein vøkstur upp á 6,9 prosent samanborið við 2026 (Mynd: klaksvik.fo)

2026-11-27 10:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðið í Klaksvík samtykti hóskvøldið uppskotið til fíggjarætlan hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2027.

Har varð millum annað avgjørt at geva borgarum í Klaksvíkar kommunu ein skattalætta.

Skatturin fer úr 20,75 prosentum niður í 20,50 prosent, meðan barnafrádrátturin hinvegin hækkar: Úr 8.000 krónum upp í 9.000 krónur. Samlaða skattalættin svarar til umleið 5,4 millónir kr.

Heimasíðan hjá kommunu skrivar annars soleiðis um tølini:  

- Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 437,2 mió. kr., sum er ein vøkstur upp á 6,9 prosent samanborið við 2026. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 331,3 mió. kr. Fíggjarætlanin javnvigar við einum avlopi uppá á 427.000 kr. 

Framhaldandi menning av kommununi 
Í 2027 eru 67,9 milliónir kr. settar av til stórar íløgur í kommunu. Millum størstu verkætlanirnar eru: 

Víðkan av keiøkinum á Grótrætt (8 mió. kr.) 
Útbygging av ítróttarøkinum (7 mió. kr. til tørvsmeting og projektering) 
Sjógvhitaverkætlan (7 mió. kr.) 
Spillivatnsætlanin (6,5 mió. kr.) 
Miðbýarøkið og Vágsáin (5 mió. kr.) 
Oyggjaleikir 2027 (4 mió. kr.)
Útbygging av frítíðarskúlanum Snjallubjallu (4 mió. kr. til projektering og útboð)  


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder