Mentan

Jóla- og familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri á skránni fyrsta vikuskifti í desember

Føroya størsta jólaorkestur fer at spæla føroyskan og útlendskan jólatónleik í Norðurlandahúsinum 5. og 6. desember. Stórt barna- og ungdómskór sygnur, og violin- og tvørfloytu-solistar spæla.

Barna- og ungdómskórini, sum luttaka á konsertini í ár, eru Stella, Aurora og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru millum 10 og 18 ár

Barna- og ungdómskórini, sum luttaka á konsertini í ár, eru Stella, Aurora og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru millum 10 og 18 ár

2026-11-27 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 5. desember og sunnudagin 6. desember bjóðar Føroya Symfoniorkestur ungum sum eldri til stórbæru jóla- og familjukonsertirnar Norðurlandahúsinum.

Symfoniorkestrið boðar í skrivi frá, at Føroya størsta jólaorkestur fer at spæla vakrar jólatónar, og bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur er á skrá. 

- Jóla- og familjukonsertirnar verða hildnar í samstarvi við Føroya Musikkskúlaskipan. Her fáa musikkskúlanæmingar høvi at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í landinum.

Jákup Dahl Wardum fer at leiða áhoyarar gjøgnum konsertina.

[object Object]

[object Object]Mynd: Føroya Symfoniorkestur

Solistar hesa ferð eru Sólja Ellen Rye, ið spælir violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, ið spælir tvørfloytu.

Tær báðar framføra ávikavist Méditation og Romance in Db opus 37 eftir fronsku tónaskøldunum Jules Messenet og Camille Saint-Saëns.

Stórt barna- og ungdómskór
Barna- og ungdómskórini, sum luttaka á konsertini í ár, eru Stella, Aurora og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru millum 10 og 18 ár.

Kórleiðarar eru Katrin á Borg Johannesen, Joanna Johansen, Ásbjørn Berthelsen, Sigrið Sivertsen og Marjun Wolles, uppplýsir Føroya Symfoniorkestu.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistar: Sólja Ellen Rye, violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta
Frásøgufólk: Jákup Dahl Wardum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder