Innanlands

Treytað frádøming fyri alt ov nógva ferð á Havnarvegnum

Koyrdi 94 kilimetrar um tíman tætt við Húsareynstunnilin.

2026-11-27 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin hósdagin var eitt løgreglumál um ferðslu við nýggja innkomuvegin í høvuðsstaðnum - á Havnarvegnum.

Har er góður vegur, og tað kann vera freistandi at koyra væl omanfyri loyvdu 60 km/t.

Og hetta gjørdi ein bilførari, sum varð máldur at koyra 94 kilometrar um tíman - niðursett til 91 km/t - tá løgreglan gjørdi mátingar.

Fyri hetta far viðkomandi ikki bert eina bót: Hesin persónurin stendur til treytaða frádøming av koyrikortinum, upplýsir løgreglan í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder