Mentan

Norska tónleikafyribrigdið Oddny vitjar FM1 Live leygardagin

Sersending klokkan tólv í morgin við bólkinum, sum fer á pall í OY leygarkvøldið.

Fyrr í ár vann oddamaðurin í bólkinum, Iver Strand Senneset, heiðurin sum ársins teksthøvundur á Spellemannprisen – norska svarið upp á Grammy

Fyrr í ár vann oddamaðurin í bólkinum, Iver Strand Senneset, heiðurin sum ársins teksthøvundur á Spellemannprisen – norska svarið upp á Grammy

2026-11-27 15:00 Author image
Heri Wang Danielsen
placeholder

Við sangum sum Oktober, Bergen by, Bittelitt og Alma hevur norski bólkurin Oddny seinastu árini veruliga gjørt vart við seg á norska tónleikapallinum.

Við einari blanding av fólkatónleiki, indie, rokki og americana, og við erligum og nærverandi tekstum á norskum bygdamáli, hava teir vunnið bæði hjørtuni hjá áhoyrarunum og viðurkenning frá tónleikummælarum.

Fyrr í ár vann oddamaðurin í bólkinum, Iver Strand Senneset, eisini heiðurin sum ársins teksthøvundur á Spellemannprisen – norska svarið upp á Grammy.

Áðrenn teir fara á pallin á OY leygarkvøldið, leggja teir leiðina framvið FM1-Live til eitt tónleikaprát og Live framførslur í studio.

Vertur er Heri Wang Danielsen.

Lurta við á FM1, leygardagin 28. Novembur frá klokkan 12 til klokkan 13.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder