placeholder
Mentan

Tvær summarkonsertir við Gøtu Kirkju Ungdómskóri

Skráin fevnir um alt frá flottum afrikanskum spirituals til dupultkór eftir Johannes Brahms

2019-06-19 09:18 Author image
Tíðindaskriv

Sunnudagin 23. juni hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór 2 konsertir. Eina í Vestmanna kirkju og eina í Gøtu Kirkja

Á konsertini fer kórið at framføra eina fjølbroytta- og krevjandi skrá, sum fevna um alt frá flottum Afrikanskum spirituals til dupultkór eftir Johannes Brahms.

Kórið hevur havt eitt sera virki vár, og eisini fingið fleiri heiðurslønir hetta várið, m.a. á føroyska kórfestivalinum í Løkshøll.

Konsertirnar eru ein týðandi liður í fyrireikingini hjá kórinum til luttøku á stóra týska Johannes Brahms kórfestivalinum, í Týsklandi, har kórið fer at luttaka í 3 ymiskum kategorium í døgunum 2. - 8. Juli 2019

Høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

Gøtu kirkja

placeholder
placeholder